Summarfrítíðin er samb. løgtingslóg frá 7. apríl 1986 seinni broytt í 23. mai 1997. Frítíðin er 5 vikur, ella 30 yrkadagar, og telur hvør vika 6 yrkadagar, frá mánadag til leygardag. Innvinningarárið er frá 1. apríl til 31. mars, og innvinnur ein 2,5 dag pr mánaða. Fellur ein fastur frídagur sambært sáttmála í summarfrítíðini, eitt nú ólavsøkan, verður annar feriudagur latin ístaðin. |